Kunngerðin kom stillisliga og uttan stórvegis háva á tíðindafundinum áðrenn dystin móti Malta í september. Júst soleiðis, sum honum dámar tað. Fróði Benjaminsen hevur takkað fyri seg á føroyska landsliðnum

Eftir 19 ár og 94 dystir við Merkinum á bringuni takkaði Fróði Benjaminsen fyri seg á føroyska landsliðnum. 

– Síðstu árini hava Lars Olsen og eg javnan tosa saman um, hvussu mín støða hevur verið. Eg visti ikki, um eg yvirhøvur fór at spæla fótbólt í ár, so vit samdust um, at tíðin var komin at gevast á landsliðnum, sigur Fróði.

Nærum 20 ár síðan fyrsta dystin
Toftamaðurin spældi sín fyrsta dyst fyri Føroyar 18. august í 1999. Tað var Allan Simonsen, sum gav honum eitt korter í venjingardysti móti Íslandi á Tórsvølli. Lítlan mánað seinni royndi Fróði seg fyri fyrstu ferð í undankappingardysti, tá hann var innskiftur í ósigri fyri Litava.
 

Síðan var miðvallarin fastur fúsur á liðnum, og hann hevur verið millum fyrstu nøvnini á taktikktalvuni, óansæð um venjarin var Allan Simonsen, Henrik Larsen, Jógvan Martin Olsen, Brian Kerr ella Lars Olsen. Hesir hava allir havt gleði av stríðshugaða spælaranum.
 

– Tað hevur altíð verið ein æra at umboða Føroyar. Tað er sjálvandi minni hugaligt, tá tað gongur illa. Tú skalt hoyra upp á ákoyringarnar, og áhugin ikki er stórur frá áskoðarunum, men eg havi altíð sæð stórt í at spæla fyri landsliðið, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Síðstu árini standa sterk
Tú upplivir sjálvsagt nógv, tá tú umboðar Føroyar í nærum tvey áratíggju. 40 ára gamli miðvallarin, sum fyllir 41 tann 14. desember, hevur nógv góð minni frá landsliðstíð síni, og seinastu árini standa sterk í huganum hjá Fróða.
 

Tað var ivasamt, um miðvallarin skuldi vera við í undankappingini til EM 2016, sum var í Fraklandi, men í dag fegnast hann um, at hann gjørdi av at halda fram. Tá eydnaðist sum kunnugt at vinna bæði úti og heima móti Grikkalandi. Í minniliga sigrinum á heimavølli hin 13. juni 2015 tók Fróði dystarmetið á landsliðnum frá Óla Johannesen, tá hann spældi fyri 84. ferð í hvítum, reyðum og bláum.
 

Á heysti 2015 kunngjørdi toftamaðurin, at heimadysturin móti Rumenia, ið var síðsti dysturin í undankappingini, somuleiðis fór at verða hansara síðsti fyri Føroyar. Tá avtornaði gjørdist hann skaddur, og fekk ikki verið við.
 

– Eg hevði ikki verið við síðan sigurin á Grikkalandi, og endin bleiv eitt sindur stokkutur. Eg stóð eftir við eini tómari kenslu, og valdi tí at melda meg kláran, tá Lars spurdi, um eg vildi halda fram í næstu undankappingini, greiðir Fróði frá.
 

Ta avgerðina hevur hann heldur ikki angrað. Í undanfarnu kapping stóðu Føroyar seg væl, og tað eydnaðist at fáa níggju stig og loksins taka gamla metið frá 2002.
 

– Tað hava verið óalmindiliga nógvar góðar løtur á landsliðnum í míni tíð, og eg eri sera fegin um, at hava verið partur av øllum tí, sum er hent seinastu árini, sigur nú fyrrverandi landsliðskempan.

 

Fróði Benjaminsen rakk tilsamans heili 94 landsdystum, skoraði seks mál fyri Føroyar, og var føroyskur liðskipari í fleiri ár.

Stuðulin frá viðhaldsfólkunum gull verdur
Tá Føroyar spældi móti Malta fyri einum mánaði síðan, sat Fróði á áskoðaraplássunum og hugdi at, meðan fyrrverandi liðfelagarnir vunnu ein tryggan 3-1 sigur. Hann viðgongur, at kenslurnar vóru tvíligar.
 

– Eg havi havt góða tíð til at venja meg við tankan um, at hesin kapittulin var liðugur. Tað er langt síðani, eg havi verið og hugt at einum landsdysti, og tað var deiligt at sita í frið og náðum og njóta upplivingina og góða hýrin á Tórsvølli, sigur Fróði.
 

– Hinvegin er tað eisini ringt at sita uttanfyri, tá tú hevur verið partur av hesum í so nógv ár, og eg vil ikki siga, at eg ikki sakni tað, leggur hann kortini afturat.
 

Nú er Fróði partur av teimum, sum skulu stuðla og eggja føroyska landsliðnum til at geva alt á vøllinum. Hann veit um nakar, hvussu stóran týdning viðhaldsfólkini hava.
 

– Tað er stuttligt at uppliva tann stuðulin, sum landsliðið fær nú. Nú er okkara landslið í miðdeplinum, og rópini og sangurin røkka øgiliga langt hjá spælarunum. Tað hálar nøkur prosent afturat úr teimum og er gull vert, serliga tá tað stendur á, sigur Fróði.

Fótbóltssamband Føroya vil vegna allar fótbóltsføroyar takka Fróða Benjaminsen fyri drúgva og góða tænastu.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, áðrenn dystin móti Rumenia, 11. oktober 2015 – Mynd: Hans Erik Danielsen