Skráin fyri barna- og ungdómsráðstevnuna, sum verður 3. og 4. mars er nú klár. Gestur hesaferð verður Kris Van Der Haegen, sum seinastu árini hevur staðið á odda fyri menningini av ungdómsfótbóltinum í Belgia

——————

– Vit eru sjálvandi sera spent til ráðstevnuna, og eisini til ta forkunnugu vitjan, ið vit hesaferð fáa úr Belgia.

Tað sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF, og fyriskipari av ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum verður í Havn fríggjadagin 3. og leygardagin 4. mars.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsfótbólti.

Málbólkurin eru allir ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving, og einasta krav er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjingum.

Gestur hesaferð verður Kris Van Der Haegen. Umframt at vera hjálparvenjari hjá belgiska kvinnulandsliðnum, og at standa á odda fyri belgisku venjaraútbúgvingini, er Kris Van Der Haegen eisini virkin sum undirvísari hjá UEFA.

59 ára gamli belgiarin hevur eisini verið ungdómslandsliðsvenjari í fleiri ár, og harafturat hevur hann verið partur av arbeiðinum at uppbyggja belgiska konseptið í samband við barna- og ungdómsfótbólt.

– Eitt, sum er serligt við Kris Van Der Haegen er, at sjálvt um hann hevur arbeitt við A-landsliðnum hjá kvinnum og fleiri ár, hevur hann framvegis ein brennandi áhuga fyri barna- og ungdómsfótbólti, og hann hevur greiðar meiningar um, hvussu vit menna okkara ungu spælarar, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 24. februar. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Fríggjadagin 3. mars
Kl. 17:00 Vælkomin
Kl. 17:10 Kunning frá FSF
Kl. 17:45 Framløga (Kris Van Der Haegen)
Kl. 18:30 Døgurði
Kl. 19:30 Venjing
Kl. 20:45 Liðugt

Leygardagin 4. mars
Kl. 09:00 Góð dømi úr feløgum (B36 og Víkingur)
Kl. 10:00 Framløga um venjingartilfar (12-15 ár)
Kl. 11:00 Framløga (Kris Van Der Haegen)
Kl. 12:00 Døgurði
Kl. 13:00 Framløga (Kris Van Der Haegen)
Kl. 14:15 Venjing
Kl. 15:30 Q&A (Kris Van Der Haegen)
Kl. 16:00 Gestarøðari
Kl. 16:30 Samanumtøka
Kl. 17:00 Stórsteypadystur, kvinnur (KÍ – NSÍ)