Talan er um eina spennandi skrá, tá árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt verður á skránni 1. og 2. mars. Gestur hesaferð er Håkon Grøttland, ið stendur á odda fyri leikara- og venjaramenningini í norska fótbóltssambandinum
——————
– Vit hava eina góða samanseting av føroyskum tilfari og íblástri útifrá. Tvey feløg koma at greiða frá teirra sólskinssøgum, umframt at luttakararnir hava møguleika at velja ímillum at fáa innlit í U15-landsliðsroyndir, og innlit í fysiska venjing av børnum og ungum.
– Harafturat koma fleiri av okkara egnu dugnaligu fólkum at geva sítt íkast til ráðstevnuna, og eisini fáa vit vitjan av Håkon Grøttland, ið stendur á odda fyri leikara- og venjaramenningini í norska fótbóltssambandinum.
Tað sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, nú tað styttist til árligu ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum í ár verður fríggjadagin 1. og leygardagin 2. mars.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjingum.
Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing. Harafturat gevur luttøkan á ráðstevnuni 10 impulstímar til venjarar við UEFA A- og UEFA B-venjaraprógvi.
Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 19. februar, og enn eru nøkur pláss eftir. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.