Føroyska avrikið á Friends Arena í Stokkhólmi var framúr gott, men sviar kendu sína vitjunartið, og vunnu til endans 3-0 á Føroyum
Føroyska A-landsliðið við monnum hevði uttan iva betri uppiborið á Friends Arena í Stokkhólmi mánakvøldið. Men sum so mangan, so manglaði tað síðsta, og tá avtornaði vann Svøríki 3-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.
Tríggjar ferðir var heilt nær við, at tað eydnaðist føroyska liðnum at seta bóltin í svenska málið. Men tíverri var eydnan ikki við okkara monnum. Í tveimum førum bjargaði málverjin væl, og í tí eina førinum varð Gilli Sørensen taklaður í síðstu løtu.
Svøríki kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur. Málskjútti var Sebastian Andersson. Í seinna hálvleiki økti Mattias Svanberg um leiðsluna tá 70 minuttir vóru spældir, og tíggju minuttir fyri leiklok slerdi innskifti John Guidetti 3-0 sigurin fastan.
Í hinum báðum dystunum í okkara bólki spældu Malta og Norra, og Spania og Rumenia. Norðmenn vunnu 2-1, meðan spaniólar sendu rumenar heim við einum knúsandi 5-0 tapi.
Bólkur F / UEFA EURO 2020-undankapping
Spania 26 stig
Svøríki 21 stig
Norra 17 stig
Rumenia 14 stig
Føroyar 3 stig
Malta 3 stig
Norra hevur tó framvegis møguleikan at røkka EM-endaspælinum, um teimum eydnast at vinna play-off dystirnar í Nations League, sum eru á skránni í mars mánað komandi ár.