Hevur tú nakrantíð spælt fótbólt í einari á? Ella í einum fjósi? Frá mánadegnum 21. til mikudagin 30. september verða árligu Grassrootsdagarnir hjá UEFA hildnir í Føroyum og øllum Evropa

——————

Grassroots-fótbóltur fevnir um breiddarfótbólt, har trivnaður, stuttleiki og heilsa er í hásæti, og júst hetta er endamálið við átakinum, sum Fótbóltssamband Føroya nú fer at skipa fyri.

Felagsskapir av øllum hugsandi slag kunnu vera við – eitt nú fótbóltsfeløg, skúlar, dagstovnar, eldrasambýlir, grannaløg, arbeiðspláss, bindiklubbar ella okkurt heilt annað.

Øll kunnu vera við. Tað einasta, ið krevst, er at skipað verður fyri onkrum slagi av fótbóltsspæli – bert hugflogið setir mørk fyri, hvar spælt verður.

– Vit vilja varpa ljós á, at fótbóltur er fyri øll, og kann spælast allastaðni. Vit hava fyrr skipað fyri stórum tiltøkum í samband við Grassrootsdagarnar, men tað ber tíverri ikki til í ár. Tí hava vit í staðin valt at skipa fyri hesum átakinum, og vit vóna, at nógv vilja vera við, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

FSF letur fyriskiparunum av tiltøkunum eina hóskandi nøgd av bóltum. Nærri kunning um hetta fæst við at seta seg í samband við Grassroots-samskiparan, Christinu Ravnsfjall ([email protected]).

Hon leggur afturat, at FSF hetta tíðarskeiðið eisini fer at varpa ljós á Grassroots-fótbólt, eitt nú við at vitja og miðla tiltøkini út til almenningin. Tí eru fyriskiparar eisini vælkomnir at seta seg í samband við Christinu og boða frá, nær og hvar tey ætla at skipa fyri tiltakinum.

Í samband við Grassrootsdagarnar, letur FSF ein stóran og spennandi vinning til mest kreativa tiltak.