Í samband við Føroyaleikirnar, sum ÍSF skipar fyri frá 8. til 11. juli, verður fótbóltur eisini á skránni, har Føroya besta lið í fóttennis skal finnast

——————

Fótbóltssamband Føroya verður millum sersambondini, sum fer at taka lut í stóra summartiltakinum “Føroyaleikir 2021, sum Ítróttarsamband Føroya, ÍSF skipar fyri í døgunum 8. til 11. juli.

Fótbóltskappingin verður skipað sum Fóttennis, og verður á vøllinum við Løkin í Runavík. Hetta verður samstundis eitt gott høvi til at gera okkurt nýtt og øðrvísi, bæði sum lið, vinfólk ella familja, og FSF vónar at síggja nógv glað fótbóltsfólk við vøllin í Runavík hesar dagarnar.

Kappingin verður skipað soleiðis
Hvørt lið telur í mesta lagi fýra spælarar (tríggjar á vøllinum + ein útskiftara), og verður kappingin skipað í hesum deildum:

U15 (gentur, dreingir og blandað)
U18 (gentur, dreingir og blandað)
Vaksin (opin bólkur / kvinnur, menn og blandað)
Old Boys (+40), Old Girsl (+40) og blandað í hesum aldursbólkunum

Í blandaðu kappingunum skal býtið millum kynini vera 2+2 ella 2+1, um eingin útskiftari er.

Liðið, sum fyrst vinnur tvey sett, hevur vunnið dystin. Í hvørjum setti verður spælt upp í 11, og settið skal vinnast við minst tveimum stigum (t.d. 11-9). Er bert eitt stig á muni, verður spælt víðari, til annað liðið er tvey stig frammanfyri (tó upp til í mesta lagi 15).

Kappingarleisturin verður skipaður eftir undirtøkuni og tali av liðum, og verður hetta lagt, tá tilmeldingarfreistin er farin. Trý tey bestu liðini í hvørjari deild vinna heiðursmerki og rættin til at kalla seg Føroya besta fóttennislið.

Nærri kunning um reglur fyri kappingina, tilmelding og praktisk viðurskifti sæst á heimasíðuni www.foroyaleikir.fo