Árligi fótbóltsskúlin, ið FSF skipar fyri, verður í ár hildin í Gundadali í Havn í døgunum 24. og 25. juni
Seinastu nógvu árini hevur Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB og øðrum feløgum, skipað fyri fótbóltsskúla fyri børn, í aldurinum 8 til 14 ár (fødd í 2000 til og við 2008). Og soleiðis verður aftur í ár, men hesaferð verður bara tann eini fótbóltsskúlin, sum verður í Gundadali í Havn í døgunum 24. og 25. juni.
Byrjað verður fríggjadagin 24. juni klokkan 12:00, tá luttakararnir møta í Gundadali, og síðani eru venjingar á skránni frá klokkan 13:00 til klokkan 17:00.
Leygardagin 25. juni verður møtt klokkan 09:30, og síðani verður vant frá klokkan 10:00 til klokkan 15:00.
Í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari skipan í samband við tilmelding og gjalding til Fótbóltsskúlan 2016. Nærri kunning um hetta verður at síggja á heimasíðuni hjá FSF, www.fsf.fo og á heimasíðuni hjá HB, www. hb.fo, mánadagin 6. juni.