Veðrið var av tí allar besta, tá AB hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á nýggja vøllinum Inni í Vika á Argjum

——————

Omanfyri hundrað børn tóku lut, tá AB – í samstarvi við FSF – hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á spildurnýggja graslíkisvøllinum Inni í Vika á Argjum.

Hósdagin varð vant frá klokkan 13 til 17, og fríggjadagin frá klokkan 10 á morgni til klokkan trý seinnapartin.

Hetta var samstundis tann triðji av fýra fótbóltsskúlum, sum Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, B68, AB og 07 Vestur skipar fyri í summar.

Fríggjadagin og leygardagin í komandi viku, sum er 12. og 13. august verður 07 Vestur vertur fyri fótbóltsskúli á Dungasandi í Sørvági.

Freistin at boða frá luttøku til fótbóltsskúlan í Sørvági er týsdagin 9. august. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Myndir: Hans Erik Danielsen