Nú er geritt, at árligu fótbóltsskúlarnir hjá HB og 07 Vestur vera ávikavist 24. og 25. juni, og 12. og 13. august

——————

Eftir ætlan vera fýra ella fimm fótbóltsskúlar, fyriskipaðir av FSF og feløgunum, á skránni í summar.

Í øllum føri er greitt, at Fótbóltsskúlin hjá HB verður í Havn fríggjadagin 24. og leygardagin 25. juni, og at Fótbóltsskúlin hjá 07 Vestur verður á Dungasandi í Sørvági vikuskiftið 12. og 13. august.

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum, bæði gentum og dreingjum, sum eru fødd í 2007 til 2015. Kostnaðurin fyri at luttaka er 450 krónur. Tá er venjing, matur, t-troyggja, vatndunkur og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum.

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á FSF.fo. Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan hjá HB er týsdagin 21. juni, og til Fótbóltsskúlan hjá 07 Vestur er tilmeldingarfreistin týsdagin 9. august.