Fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni skipar FSF, í samstarvi við KÍ, fyri fótbóltsskúla í Klaksvík
——————
Nú er greitt, at fótbóltsskúlin, ið Fótbóltssamband Føroya árliga skipar fyri í samstarvi við feløgunum, í ár eisini verður í Klaksvík.
Fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni verður Djúpamýra í Klaksvík karmur um fótbóltsskúlan, ið er ætlaður børnum og ungum, í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 hjá bæði gentum og dreingjum.
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á FSF.fo, og freistin at boða frá luttøku er týsdagin 20. juni.
Kostnaðurin fyri at luttaka í U7 og U9 er 425 krónur, meðan kostnaðurin fyri U11 og U13 er 500 krónur. Tá er dygdargóð venjing, matur, t-troyggja og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum. Fimm dagar áðrenn tilmeldingarfreistina, hækkar kostnaðurin við 50 krónum.