Árligi Fótbóltsskúlin á Svangaskarði á Toftum verður í ár hildin mánadagin og týsdagin, 1. og 2. august

——————

Aftur í ár verður skipað fyri fleiri fótbóltsskúlum kring landið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløgini, ið skipar fyri.

Í Havn verður Fótbóltsskúlin 24. og 25. juni, og í Sørvági verður Fótbóltsskúlin hildin í døgunum 12. og 13. august.

Og nú er avgerð tikin um, at árligi Fótbóltsskúlin á Svangaskarði á Toftum verður mánadagin og týsdagin, 1. og 2. august. Báðar dagarnar frá klokkan 10 til 14.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum, bæði gentum og dreingjum, sum eru fødd í 2007 til 2015. Kostnaðurin fyri at luttaka er 450 krónur. Tá er venjing, matur, t-troyggja, vatndunkur og ein bóltur íroknað, sum verður latin teimum luttakandi tá skúlin endar.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Tilmeldingarfreistin til Fótbóltsskúlan á Toftum er mikudagin 27. juli klokkan 12:00. Freistin at boða frá luttøku til skúlarnar í Havn og í Sørvági er ávikavist týsdagin 21. juni og týsdagin 9. august.