Fjórði fótbóltsskúlin er nú komin á skrá, og verður hesin í samstarvi við AB hildin Inni í Vika á Argjum hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august

——————

Pláss er fyri umleið 150 luttakarum á árliga Fótbóltsskúlanum, sum FSF og AB skipa fyri Inni í Vika á Argjum hósdagin 4. og fríggjadagin 5. august. Hósdagin verður vant frá klokkan 13 til 17, og fríggjadagin frá klokkan 10 til 15.

Fótbóltsskúlarnir, sum FSF, í samstarvi við feløgini, skipar fyri, eru ætlaðir børnum og ungum, í aldurinum 7 til 15 ár (fødd í 2007 til og við 2015).

Umframt góða fótbóltsvenjing, fáa luttakararnir okkurt gott til matna, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.

Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan á Argjum er mánadagin 1. august. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo.