Annað árið á rað hava Føroyar vunnið heiðurin fyri at eiga bestu áskoðararnar undir landsdystum, og í altjóða dystum tá føroysk lið hava tikið lut í undankapping til Champions League og Europa League
– Aftur hesaferð skal ein stór tøkk sendast okkara áskoðarum. Tað eru teir, ið hava vunnið okkum hendan stóra og forkunnuga heiður, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir víst fyrimyndarligan atburð í samband við landsdystir, og tá føroysku liðini hava spælt í undankappingini til Champions League og Europa League.
Á hvørjum ári letur UEFA tríggjar Fair Play-heiðurslønir. Hesar verða latnar fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig innan Fair Play síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum.
Til allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atburð undir dystinum. Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum. Og her hava Føroyar staðið seg best tvey ár á rað.
Finnland vann samanlagt, meðan Georgia hevur gjørt framstig innan Fair Play seinasta árið.
Virðislønin er ein peningaupphædd upp á 50.000 Evrur frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak.
– Næsta stig verður tí at finna fram til, hvat fyri Fair Play tiltak skipast skal fyri í Føroyum, sigur Virgar Hvidbro.