Myndir – Javnleikurin móti Kosovo, samstundis sum Aserbadjan og Malta eisini spældu javnleik, hevur við sær, at dreymurin um at vinna bólkin í UEFA Nations League, framvegis livir. Men tað verður ikki lætt
Føroyska A-landsliðið fekk eina veruliga uppreisn í dystinum móti Kosovo, í mun til fyri fýra døgum síðani, tá Aserbadjan fór av Tórsvølli við øllum stigunum. Kosovo kom á odda tíðliga í dystinum, men tá fimm minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki javnaðu Føroyar. Málskjútti var Rene Shaki Joensen.
Talan var í stóran mun um ein javnan dyst, við fáum møguleikum til báðar partar. Føroyska verjan, saman við Gunnari Nielsen í málinum, stóð væl, og tað var sjáldan, at tað gjørdist veruliga vandamikið inni í føroyska brotsteiginum. Og tá vandi var á ferð, var Gunnar tryggur.
Í hinum dystinum í bólkinum, millum Aserbadjan og Malta, gjørdist úrslitið eisini javnleikur 1-1. Hetta hevur við sær, at Kosovo er fremst við 8 stigum, Aserbadjan hevur 6 stig, Føroyar hevur 4 stig, meðan Malta hevur 2.
Tann 17. og 20. november verða seinastu umførini í UEFA Nations League spæld. 17. spæla Aserbadjan og Føroyar í Baku, og tríggjar dagar seinni spælir føroyska landsliðið á útivølli móti Malta.
Fyri at vinna bólkin, skulu Føroyar fáa fulla úrtøku í teimum báðum seinastu dystunum, samstundis sum Kosovo skal missa stig ímóti bæði Malta og Aserbadjan. Men tað ræður um, at vit gera okkara arbeiði, og síðani mugu vit seta okkara álit á maltesar og aserbadjanar.