Føroyska A-landsliðið við monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020, sum kemur út tann 10. september

Fótbóltssamband Føroya og Konami, ið er framleiðarin av Play Station spølunum, hava gjørt samstarvsavtalu um, at føroyska A-landsliðið við monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020, sum er ein serlig útgávu í samband við UEFA EURO 2020.

 

Sum partur av avtaluni, verða Føroyar eisini umboða í komandi UEFA eEURO 2020 kappingini. Fleiri enn 50 av UEFA-limalondunum fara komandi árini at taka lut í hesi nýggju eSports kapping, sum verður spæld á eFootball PES 2020.

 

Nærri kunning um hesa kapping kemur seinni.

 

Við hesari avtalu fær FSF eisini møguleikan at fáa størri innlit í eSports-heimin, ið av álvara er farin at vinna seg fram, ikki bara úti í stóru verð, men eisini í Føroyum.

 

Nýggja eFootball PES 2020 verður at fáa til keyps frá týsdegnum 10. september 2019.