Europeiska fótbóltssamgonga, UEFA hevur avgjørt, at Føroyar vera vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17 Gentur, sum verður í apríl-mai í 2021

– Hetta vóru góð boð at fáa, og tað er ikki frítt, at vit eru errin av at UEFA hevur víst okkurt so stórt álit. Uppgávan verður stór, men umstøðurnar eru góðar og verða eisini munandi betri um stutta tíð, so vit gleða okkum longu, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.

 

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur avgjørt, at Føroyar vera vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17 Gentur, sum skal spælast í 2021.

 

Kappingin í Føroyum verður væntandi spæld um mánaðarskifti apríl-mai. Føroyska landsliðið kemur at taka lut í kappingini, saman við vinnarunum í teimum ymisku bólkunum í undankappingini, sum verður spæld á heysti í 2020, og á vári í 2021.

 

– FSF hevur seinastu tíðina lagt nógva orku í at menna og styrkja kvinnufótbóltin í Føroyum, so hetta kemur væl við fyri føroyskan landsliðsfótbólt, sigur Virgar Hvidbro.

 

Føroyar hava einaferð áður tikið lut í einum endaspæli. Tað var minniliga EM-endaspælið fyri U17 Dreingir, sum varð spælt í Kroatia í 2017.