Norðmenn lótu ongan iva verða um, hvønn veg sigurin skuldi fara ímóti Føroyum. Úrslitið gjørdist 4-0 til Norra, sum longu eftir átta minuttir var á odda við tveimum
Framman fyri áleið 12.000 áskoðarum á Ullevaal Stadion í Osla, vann Norra 4-0 á Føroyum í næstseinasta umfarinum í undankappingini til EM 2020.
Føroyska liðið kom beinanvegin í eitt rættuligt ódnarveður, og tað vóru ikki spældir meir enn átta minuttir, so var 2-0 til Norra. Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Norðmenn sótu á tí mesta, meðan føroyska liðið hevur torført við at spæla seg til veruligar málmøguleikar.
Norra skoraði tvey mál afturat eftir steðgin, og vann uppiborið 4-0.
Men hóast norðmenn vunnu greitt á Føroyum, so verður tað ikki umvegis undankappingina, at teir spæla seg víðari til EM-endaspælið komandi summar. Tí seinni fríggjakvøldið vann Svøríki 2-0 á útivølli móti Rumenia, og tryggjaði sær harvið 2. plássið í bólkinum, aftan fyri Spania, sum vann 6-0 á heimavølli móti Malta.
Hinvegin kann Norra sleppa til EM við at vinna play-off dystirnar í Nations League, sum verða spældir í mars mánað.
Síðsta umfar í bólki F í EM-undankappingini verður spælt mánakvøldið. Á Friends Arena í Stokkhólmi møtast Svøríki og Føroyar, meðan Malta tekur ímóti Norra, og Spania fær vitjan av Rumenia.