Føroyska A-landsliðið við monnum er dottið trý pláss aftur á styrkislistanum hjá FIFA, og er nú nummar 95 av teimum 211 limalondunum. Á UEFA-listanum eru Føroyar nummar 44 av 55 limalondum
Seinni í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá seinastu umførini í UEFA Nations League eru á skránni. Næsta avbjóðing hjá landsliðnum verður síðani undankappingin til EM í 2020, og tað er við stórum spenningi at sæð verður fram ímóti, hvørjum londum Føroyar hesaferð koma í bólk saman við.
Lutakastið verður fyrst í desember, og tá verða londini skipaði eftir styrkislistanum hjá UEFA. Og har eru Føroyar nummar 44 av teimum 55 UEFA-limalondunum. Men føroyska liðið kann lyfta seg longri upp, alt eftir hvussu gongur í teimum báðum seinastu dystinum í UEFA Nations League.
Á seinast dagførda styrkislistanum hjá FIFA, eru Føroyar nummar 95, og er harvið dottið trý pláss aftur á listanum, samanborið við fyri einum mánað síðani.
17. november klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpyia Stadion í Baku í Aserbadjan, og 20. november klokkan 19:45 (føroyska tíð) spælir føroyska liðið seinasta dystin í UEFA Nations League bólkaspælinum, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta’Qali á Malta.
Á styrkislistanum hjá evropeisku fótbóltssamgonguni fyri kvinnulandslið eru Føroyar nummar 42 av 49 londum, og nummar 84 av 177 londum á styrkislistanum hjá FIFA. Í februar mánað komandi ár verður greitt, hvørji mótstøðulondini hjá føroysku kvinnunum verða í næstu EM-undankappingum, sum byrjar í august.
UEFA-styrkislistin (menn)
1. Spania
2. Týskland
3. Italia
4. Ongland
5. Skottland
6. Serbia
7. Portugal
8. Russland
9. Frakland
10. Belgia
11. Noreg
13. Danmark
24. Svrøíki
31. Kosovo
34. Aserbadjan
39. Malta
40. Ísland
44. Føroyar
50. Finnland
UEFA-styrkislistin (kvinnur)
1. Frakland
2. Týskland
3. Spania
4. Svøríki
5. Holland
6. Ongland
7. Noreg
8. Kekkia
9. Italia
10. Skottland
11. Danmark
19. Finnland
20. Ísland
42. Føroyar