Føroysku landsliðini hava fingið nýggjan búna, og aftur er tað italska klædnamerki MACRON, ið prýðir okkara spælarar. Búnin fæst til keyps á “Merchandise” síðuni á fsf.fo
——————
Tá U21-landsliðið mikukvøldið vann 3-1 á Ísrael, var tað í nýggjum landsliðsbúna, sum aftur hesaferð er av italska klædnamerkinum MACRON.
Tað er eitt gott ár síðan, at nýggi búnin varð sniðgivin, og frá hósdegnum fæst hann til keyps á “Merchandise” síðuni á www.fsf.fo.
Landsliðsbúnin fæst eisini til børn, heilt niður í 1 ára aldur.