Í samband við at tað í ár eru 40 ár síðani, at Fótbóltssamband Føroya varð sett á stovn, er í hesum døgum forkunnung framsýning á torginum í SMS, við nýggjum og eldri myndum

Tann 13. januar í ár vóru júst 40 ár síðani, at Fótbóltssamband Føroya (FSF) varð sett á stovn. Og fyri at markera runda føðingardagin, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í hesum árinum. Eitt av hesum tiltøkum er ein forkunnug myndaframsýning, sum í hesum døgum er á torginum í SMS.

 

Framsýningin varð sett seinnapartin týsdagin, og er opin fyri almenninginum til leygardagin 1. juni klokkan 18:00.

 

Meðan framsýningin er opin, verður eisini skipað fyri einari spurnarkapping, har vitjandi kunnu útfylla teigarnar í svarlepunum, sum liggja frammi á torginum í SMS, og síðani vera við í lutakastinum um nógvar góðar vinningar. Millum annað atgongumerki til landsdystirnar móti Spania og Norra, atgongumerki til steypafinalurnar, sum verða í september og landsliðstroyggjur.

 

Fleiri myndir frá framsýningini kunnu síggjast her: Framsýning í SMS / Nordlysid.fo