Fyrr í hesum mánaðinum var U19-landsliðið við dreingjum til mini-kapping í Lettlandi, har Ukraina og Makedónia eisini tóku lut. Og hóast talan gjørdist um trý tap, so er nógv, ið kann takast við til innleiðandi EM-undankappingina, sum verður í oktober
Tað gjørdist til trý tepur tap fyri føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum fyrr í hesum mánaðinum tók lut í Federations Cup í Lettlandi. Talan var um eina mini-kapping, millum Lettland, Føroyar, Ukraina og Makedónia.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Ukraina, síðani tapti føroyska liðið 2-0 fyri vertslandinum, meðan úrslitið móti Makedónia gjørdist 1-0 til makedónar.
– Hendan kappingin gav okkum møguleikan at samla spælararnar, so teir kunnu læra hvønn annan betur at kenna. Tað er eisini ein avbjóðing at skipa fyri venjingum, so tær passa til heimaligu kappingina, tí venjingarnar í feløgunum og dystarskráin er tøtt, sigur Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari.
Umframt at fáa nakrar dygdargóðar venjingar við einum samlaðum hópi, var kappingini í Lettlandi eisini brúkt til at seta fokus á menning av liðnum og hvørjum einstøkum spælara, sum í oktober skal til innleiðandi EM-undankapping í Írlandi. Har vera mótstøðulondini Írland, Bosnia og Holland.
– Vit ynskja at teir skulu tora at bjóða av í støðum, har teir hava ein mótstøðumann beinleiðis yvir av sær, bæði í framrættaða spælinum og í verjustøðu. Hetta hevur so onkuntíð við sær, at vit viðhvørt missa bóltin, men eg haldi at okkara spælarar gerast betri fyri hvønn dyst, ið vit spæla, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Innleiðandi EM-undankappingin í Írlandi verða frá 8. til 17. oktober. Hópurin til kappingina verður kunngjørdur í komandi viku.