Nú ber til hjá spælarum at skifta millum feløg. Flytingargluggin hjá FSF er opin frá 15. juni til mánadagin 12. juli klokkan fýra seinnapartin

——————

Týsdagin 15. juni lat flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp, og verður opin til mánadagin 12. juli klokkan 16:00.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar – bæði gentur og dreingir, og kvinnur og menn, 15 ár og eldri, og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin.

Tað er tí av stórum týdningi at feløg, venjarar, spælarar, foreldur og onnur tryggja sær, at skrásetingin er røtt tá Flytingargluggin letur aftur, sum hesaferð er tann 12. juli klokkan fýra seinnapartin.

Fótbóltssamband Føroya