Í samband við at flytingargluggin letur aftur fríggjadagin 12. juli klokkan 16:00, ynskir FSF við hesum at heita á feløg og avvarðandi at eftirkanna, at øll spæliloyvi eru í lagi

Fríggjadagin 12. juli klokkan 16:00 letur flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur.

 

Tað merkir, at allir yrkisleikarar og allir leikarar við útlendskum ríkisborgararætti, skulu hava fingið sítt leikaraloyvið uppá pláss, áðrenn flytingargluggin letur aftur.

 

Um leikaraloyvi ikki liggur hjá viðkomandi felag, áðrenn freistin er farin, kann leikarin ikki spæla sum yrkisleikari, fyrr enn flytingargluggin letur upp aftur næstu ferð. Sama er galdandi fyri útlendskar áhugaleikarar.

 

Einasta undantak er, at leikaraloyvi er komið til FSF, men at arbeiðs- og uppihaldsloyvi og møgulig bústaðarflyting ikki er komin uppá pláss. Í slíkum føri verður leikaraloyvi útskrivað, tá FSF móttekur neyðugu skjølini.

 

Allir leikarar, sum skulu flyta leikaraloyvi úr útlandinum til Føroya, og skulu spæla sum yrkisleikarar í Føroyum, skulu flyta leikaraloyvi umvegis TMS-skipanina hjá FIFA.

 

Harumframt skal, tá talan er um flyting av leikaraloyvum hjá útlendingum, sum skulu spæla sum yrkisleikarar í Føroyum, váttan frá føroyska fólkayvirlitinum fyriliggja um, at leikarin er skrásettur í fólkayvirlitinum, sum búsitandi í Føroyum.

 

Eisini skal avrit av møguligum arbeiðs- og uppihaldsloyvi fylgja við. Hesi skjøl, saman við flytingini í TMS-skipanini skulu fyriliggja á skrivstovu FSF, áðrenn leikarin kann skrásetast sum lógligur yrkisleikari. Í hesum sambandi verður víst verður til Kappingarreglur fyri Fótbólt.

 

Norðurlendingar, sum flyta til Føroya, nýtast ikki flytiváttan uttan so, at leikarin verður í Føroyum longri enn 6 mánaðir.

 

Yvirlit yvir leikaraloyvir sæst á skrásetingarskipanini COMET.

 

Heitt verður á feløgini um at kannað, at allir leikarar, sum skulu hava yrkisleikara sáttmála, eru skrásettir sum lógligir leikarar hjá felagnum, áðrenn flytingargluggin letur aftur.

 

Mint verður eisini á, at hóast leikaraloyvi liggur í føroyskum felag, so skulu útlendskir leikarar, undantikið norðurlendingar, skjalprógva gyldugt arbeiðs- og uppihaldsloyvi og bústaðarváttan, áðrenn teir lógliga kunnu spæla dystir, sum eru fyriskipaðir av Fótbóltssambandi Føroya.