Klokkan fýra seinnapartin í dag, mánadgain 27. juli 2020, letur Flytingargluggin hjá FSF aftur. Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar niður í 15 ára aldur

——————

Mánadagin 15. juni lat Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp, og skuldi eftir ætlan lata aftur fríggjadagin 10. juli.

Men vísandi til fráboðan frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona, tók FSF avgerð um, at í summar letur Flytingargluggin í Føroyum aftur mánadagin 27. juli 2020, klokkan 16:00.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, 15 ár og eldri, og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin.

Tað er tí av stórum týdningi, at feløg, venjarar, spælarar, foreldur og onnur tryggja sær, at skrásetingin er røtt tá Flytingargluggin letur aftur.

Í 2020 er Flytingargluggin opin soleiðis
– Letur upp: 8. januar 2020
– Letur aftur: 13. mars 2020, kl. 16:00

– Letur upp: 15. juni 2020
– Letur aftur: 27. juli 2020, kl. 16:00