Heidi Sevdal heldur, at føroyska kvinnulandsliðið hevur flutt seg rættan veg síðstu árini, og um hetta skal halda fram, eru fleir dystir á altjóða støði alneyðugir
Føroyska kvinnulandsliðið hevur flutt seg rættan veg gjøgnum hesa undankappingina, hóast úrslitini ikki altíð havi verið so pen. Tað heldur Heidi Sevdal, ein av størstu profilunum á liðnum, ið nú vil seta eitt gott punktum móti Týsklandi á Tórsvølli týskvøldið.
Føroysku kvinnurnar fingu eina knallharða byrjan upp á undankappingina í fjør, tá tað bleiv til stórtap móti Kekkia (0-8), Íslandi (0-8) og Týsklandi (0-11). Heidi Sevdal viðgongur, at høga støðið kom óvart á tær.
– Fyrsu dystirnar fingu vit ein kvøkk av høgu leikferðini og neyvleikanum hjá hinum landsliðunum. Men vit nýta nógva tíð og orku upp á at eftirmeta dystir, støður, renningar og liðavrik eftir hvønn dyst, og so hava vit tikið tað góða við, og broytt tað minni góða, greiðir Heidi Sevdal frá, og nevnir dystirnar móti Íslandi sum dømi.
– Í fyrra dystinum vóru vit nærum ikki á bóltinum, men í seinna dystinum gera vit tað trupult fyri tær og megna at skapa fleiri góðar støður. Samanumtikið haldi eg, at vit hava ment okkum í bæði álops- og verjuspæli gjøgnum kappingina, sigur Heidi Sevdal.
Tá tapini gerast so stór, sum tey vóru fyrstu dystirnar í hesi undankappingini, kann vera skjótt at ivast í, um Føroyar hava nakað at gera á hægsta altjóða støði. Men sambært Heidi Sevdal eru regluligir dystir á høgum støði einasti mátin at tryggja framhaldandi menning av føroyska kvinnulandsliðnum.
– Hyggja vit eitt nú at Íslandi, so hevur liðið verið í rúkandi menning seinastu 10-15 árini, og nú nærkast tær av álvara evropeiska toppinum. Ein tílík menning kemur ikki av sær sjálvum, og miðvíst landsliðsarbeiði og regluliga avbjóðingar er avgjørt lykilin til framgongd, sigur royndi landsliðsspælarin, sum saman við liðfeløgunum skal royna at steðga Týsklandi á Tórsvølli týskvøldið.
– Tað hevur stóran týdning fyri okkum at prógva, at vit hava ment okkum gjøgnum kappingina, og hóast mótstøðan er í serflokki, mugu vit tora at halda upp á bóltin og koma longur fram á vøllin. Um allir spælararnir halda seg til okkara ætlan, vísa góðan hugburð og ikki minst góðan stríðsvilja, so kunnu vit avgjørt seta eitt gott punktum á Tórsvølli, sigur Heidi Sevdal.
Dysturin millum Føroyar og Týskland verður spældur á Tórsvølli týsdagin kl. 16:00.
Atgongumerki til dystin fáast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin, meðan tað er ókeypis fyri børn og ung, 16 ár og yngri.