Meðan árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum vann flest gull, var tað Víkigur, ið vann flest heiðursmerki í júst farna kappingarári


Fótbóltsárið 2024 nærkast av álvara endanum, og í næstu viku verður endaligt punktum sett, tá manslandsliðið møtir Norðurmakedónia á útivølli.

Men í heimligu kappingini eru øll steyp og heiðursmerki handað, og allir vinnararnir í teimum ymisku kappingunum eru funnir.

Sum heild hevur árið hilnast væl, og samanumtikið gekk væl at avgreiða allar kappingar. Gamaní argaði veðrið onkrar dagar, men í góðum samstarvi við venjarar, spælarar og feløgini blivu allir dystirnir spældir.

Í samlaða yvirlitinum yvir heiðursmerki endaði B36 ovast við fimm gull, fýra silvur og tveimum bronsu. Nummar tvey gjørdist Víkingur, sum vann fýra gull, seks silvur og tvær bronsu, meðan HB gjørdist nummar trý við trimum gull, einari silvur, og trimum bronsu.

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingarnar í 2024 sæst H E R