Eins og undanfarin ár fer FSF í summar at skipa fyri fótbóltsskúlum. Og í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, sum verða á Toftum, í Havn, á Eiði, í Sørvági og á Argjum

Fótbóltssamband Føroya fer saman við fleiri feløgum kring landið at skipa fyri fótbóltsskúlum í summar. Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, ið verða hildnir á Toftum (B68), í Tórshavn (HB), á Eiði (EB/Streymur), í Sørvági (07 Vestur) og á Argjum (AB).

 

Vit fegnast um, at fleiri feløg ynskja at vera partur av fótbóltsskúla-tiltakinum, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya, um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.

 

Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er hann ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum 6 til 14 ár (tvs. børn fødd í 2005 til og við 2013). Øll sum luttaka fáa afturat góðari fótbóltsvenjing eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.

 

Tilmelding til Fótbóltsskúlan 2019 fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Men tað ræður um at gera skjótt av, tí tað er avmarkað pláss.

 

Kostnaðurin fyri at luttaka er 400,00 kr. fram til tríggjar vikur áðrenn fótbóltskúlin verður hildin. Tá hækkar luttøkugjaldið til 500,00 kr.

 

Fótbóltsskúlarnir vera fylgjandi dagar og støð:

 

Tórshavn, 28. og 29. juni 2019

Stað: Gundadalur

Felag: Havnar Bóltfelag

Dato: Fríggjadagin 28. juni kl. 13:00 – 17:00 og leygardagin 29. juni kl. 10:00 – 15:00

 

Toftir, 28. og 29. juni 2019

Stað: Svangaskarð

Felag: B68

Dato: Fríggjadagin 28. juni kl. 13:00 – 17:00 og leygardagin 29. juni kl. 10:00 – 15:00

 

Argir, 1. og 2. juli 2019

Stað: Inni í Vika

Felag: Argja Bóltfelag

Dato: Mánadagin 1. juli 2019 kl. 10:00 – 14:30 og týsdagin 2. juli 2019 kl. 10:00 – 14:30

 

Eiði, 12. og 13. juli 2019

Stað: í Hólmanum

Felag: EB/Streymur

Dato: Fríggjadagin 12. juli 2019 kl. 13:00 – 17:00 og leygardagin 13. juli 2019 kl. 10:00 – 15:00

 

Sørvágur, 15. og 16. august 2019

Stað: á Dungasandi

Felag: 07 Vestur

Dato: Hósdagin 15. august 2019 kl. 10:00 – 14:30 og fríggjadagin 16. august 2019 kl. 10:00 – 14:30

 

Melda til Fótbóltsskúlan her: Nethandilin