Aftur í ár stendur eitt nýtt og spennandi landsliðsár fyri framman. FSF umsitur níggju landslið, sum í 2019 skulu spæla yvir 50 dystir tilsamans

Fyrireikingarnar til eitt nýtt landsliðsár hjá teimum ymisku ungdóms-landsliðunum eru so smátt farnar í gongd. Nakrar úttøkuvenjingar hava longu verið, fleiri eru á skránni næstu tíðina, og komandi sunnudag verða t.d. fýra úttøkuvenjingar hjá U17-landsliðnum við dreingjum.

 

2019 verður eisini eitt sera spennandi ár, við nógvum landsdystum, og sum tað sær út nú, so skulu okkara landslið spæla fleiri enn 50 dystir í ár.

 

A-landsliðið við monnum leggur fyri 23. mars á útivølli móti Malta, og sambært skránni verður seinasti landsdysturin við føroyskari luttøku spældur á heimavølli tann 19. november, tá U21 møtir Makedónia.

 

Enn er tó ikki greitt, hvussu spælt verður í komandi EM-undankapping hjá A-landsliðnum við kvinnum. UEFA hevur nevniliga avgjørt, at næsta EM-undankapping hjá kvinnum verður skipað eftir sama leisti sum hjá monnum. Lutakastið til hesa kapping verður í komandi viku, hósdagin 21. februar.

 

Landsliðsskráin 2019

 

 

 

 

 

 

Myndir: Andrass Thomsen