UEFA hevur avgjørt, at frá komandi dystum í UEFA Nations League verður loyvt liðunum at gera fimm útskiftingar

——————

Tá A-landsliðið við monnum tekur ímóti Lettlandi á Tórsvølli leygardagin 10. oktober, fær Håkan Ericson, landsliðsvenjari, møguleikan at gera brúk av fleiri spælarum, enn tað higartil hevur verið loyvt í einum og sama dysti.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur nevniliga avgjørt, at frá komandi dystum í UEFA Nations League verður loyvt at gera fimm útskiftingar.

Reglurnar eru galdandi fyri UEFA Nations League, í EM-undankappingini hjá kvinnum, í bólkaspælinum í Champions League og Europa League, umframt innleiðandi dystunum í Champions League hjá kvinnum.

Tó eru reglurnar soleiðis, at tað bert er loyvt at gera tríggjar steðgir undir dystinum til at fremja tær í mesta lagi fimm útskiftingarnar.