Saman við 07 Vestur, B68, HB, AB og Skála, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tilsamans fimm fótbóltsskúlum í summar, sum verða í juni og juli mánað

——————

Sum so nógv annað, so var korona orsøkin til, at árligu fótbóltsskúlarnir hjá FSF blivu avlýstir í fjør. Men nú er greitt, at fótbóltsskúlarnir, sum vit kenna teir, verða aftur í ár.

Tilsamans fimm fótbóltsskúlar verða á skránni í juni og juli mánað. Tað er FSF, saman við 07 Vestur, B68, HB, AB og Skála, sum er fyriskipari av fótbóltsskúlunum.

Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum 7 til 15 ár (tvs. børn fødd í 2006 til og við 2014). Øll sum luttaka fáa – afturat góðari fótbóltsvenjing – eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.

Endamálið við fótbóltsskúlunum hjá FSF er at kveikja og styrkja fótbóltsáhugan hjá børnum, bæði royndum og óroyndum, og at fótbóltsligu førleikarnir verða mentir.

Men tað er eisini av stórum týdningi, at børnini fáa eitt gott upplivilsi, bæði fótbóltsliga og sosialt, og at børnini á ungum aldri fáa alsk fyri heimsins besta spæli, sum fótbóltur er.

Kostnaðurin fyri at luttaka á hvørjum einstøkum fótbóltsskúla er 400 kr. Men tað ræður um at gera skjótt av. Kostnaðurin hækkar nevniliga til 500 kr., tríggjar vikur áðrenn skúlin byrjar.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Fótbóltsskúlarnir 2021

Fríggjadagin 18. juni og leygardagin 19. juni
á Dungasandi í Sørvági (07 Vestur)

Leygardagin 19. juni og sunnudagin 20. juni
á Svangaskarði á Toftum (B68)

Mánadagin 28. juni og týsdagin 29. juni (fluttur til 16. og 17. august)
á Ovara vølli og á Tórsvølli (HB)

Fríggjadagin 9. juli og leygardagin 10. juli
Inni í Vika á Argjum (AB)

Hósdagin 22. juli og fríggjadagin 23. juli
undir Mýruhjalla á Skála (Skála)