Evropiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur nú váttað, at fíggjarligi stuðulin til FSF ikki verður ávirkaður av Covid-19


Fótbóltssamband Føroya hevur í dag fingið váttað, at Hattrick stuðulin frá UEFA ikki verður ávirkaður av Koronasmittuni.

– Hattrick gjaldið er fíggjarliga grundarlagið, ið FSF byggir á. Árliga fáa vit um 20 milliónir krónur í rakstrarstuðli frá UEFA. Stuðulin fíggjar stóran part av virkseminum hjá FSF – alt frá landsliðsvirksemi til barnafótbólt. Uttan Hattrick stuðulin hevði verið ómøguligt at skipa fótbólt í Føroyum, sum vit kenna hann, sigur Christian Andreasen, FSF forseti.

Umframt stuðul til rakstur, fær Fótbóltssamband Føroya eisini serligt gjald úr Hattrick grunninum ætlað íløgum.

– Stuðulin til íløgur er vanliga um 9 milliónir krónur árliga. Íløgugjøldini næstu árini eru tó longu avsett til stóru útbyggingina av Tórsvølli. Eisini stuðla vit framvegis feløgunum at betra teirra hølis- og vallarumstøður. Tryggleikin, ið UEFA nú hevur veitt okkum, ger, at vit kunnu halda áfram við okkara virksemi undir somu treytum sum áður, sigur Christian Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya – Mynd: Hans Erik Danielsen