VIDEO: Sjálvbodnu tímarnir og uppgávurnar hjá Hanusi Johannesen í B71 geva honum yvirskot og trivnað í gerandisdegnum


Sum samstarvspartur í ABC fyri sálarliga heilsu vil Fótbóltssambandið varpa ljós á trivnaðarligu ágóðarnar av at vera virkin í einum fótbóltsfelag, tað verið seg bæði likamliga og sálarliga.

Hanus Johannesen er ein av mongu sjálvbodnu eldsálunum, sum eru grundarsteinurin undir føroyskum fótbólti. Í filmsbrotinum niðanfyri kanst tú síggja og hoyra, hvussu fjølbroytt virksemið í einum fótbóltsfelag er og hvussu sjálvbodna arbeiðið styrkir sálarheilsuna hjá Hanusi.

Filmað og framleitt: Raclip

Um tú eisini hevur hug at gerast virkin í einum felag, so finnur tú yvirlit og upplýsingar um øll limafeløgini í FSF her.