MYNDIR: Føroyska A-landsliðið við monnum legði væl frá landi í UEFA Nations League. Við málum frá Jóan Símun Edmundsson, Rene Shaki Joensen og Halli Hansson, vunnu Føroyar tryggan 3-1 sigur ímóti Malta

So er UEFA Nations League sparkað í gongd, og sigast má, at føroyska landsliðið fekk eina góða byrjan upp á kappingina. Úrslitið í fyrsta dystinum gjørdist 3-1 til Føroyar, eftir 2-1 leiðslu í steðginum.

 

Jóan Símun Edmundsson og Rene Shaki Joensen løgdu Føroyar á odda 2-0 í ávikavist 31. og 38. minutti. Stutt fyri steðgin eydnaðist Malta at minka um munin, við máli Michael Mifsud. Møguliga var talan um rangstøðu, men hjálpardómarin lat ikki við seg koma.

 

Men maltesar komu ikki nærri, og sum heild var føroyska liðið væl betri, og hevði tamarhald á dystinum allar 90 minuttirnar. Tað var tí fult í trá við leikgongdina, at Hallur Hansson økti til 3-1 sjey minuttir eftir steðgin.

 

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Aserbadjan og Kosovo málleysan javnleik. Sostatt eru Føroyar nummar eitt í bólkinum eftir fyrsta umfar. Mánadagin skal føroyska liðið aftur á vøllin, tá Kosovo tekur ímóti á Fadil Vokrri Stadion í Pristina.

 

M Y N D I R