Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska landsliðnum á Ta’ Qali Stadion á Malta. Úrslitið gjørdist 2-1 til maltesar, sum vóru á odda 1-0 í steðginum. Føroyska málið skoraði Jákup L. Thomsen
Vónbrotið var ikki til at taka feil av millum føroysku spælararnar og venjararnar eftir 2-1 tapið fyri Malta leygardagin.
Maltesisku vertirnir á Ta’ Qali Stadion komu á odda tá trettan minuttir vóru spældir, og 1-0 var eisini støðan tá liðini fóru til hálvleik.
Eftir steðgin kom føroyska liðið meir við í dystin, og meginpartin av seinna hálvleiki vóru tað okkara, ið vóru spælstýrandi.
Tá 64 minuttir vóru spældir bríkslaði íslendski dómarin fyri brotssparki til Føroyar. Men eydnan var ikki við føroyska liðnum hendan dagin. Málverjin hjá Malta bjargaði skotinum frá Brandi Olsen, og í staðin kundi Malta økja til 2-0 lítla løtu seinni, tá teir fingu møguleikan úr ellivu metrum.
Í yvirtíðini eydnaðist Jákupi Ludvig Thomsen at minka um munin til 2-1, men nærri komu okkara ikki.
Tveir aðrir dystir vórðu eisini spældir í okkara bólki leygardagin. Svøríki vann 2-1 á heimavølli móti Rumenia, og Spania vann 2-1 á heimavølli móti Noreg.
Týsdagin klokkan 19:45 (føroyska tíð) skal føroyska landsliðið í eldin aftur, tá Rumenia tekur ímóti á Dr. Constantin Radulesco Stadion í Cluj í Rumenia.
Myndir: Hans Erik Danielsen