Fyrr í vikuni vóru Fótbóltsmennarar hjá FSF á vitjan í Suðuroynni, har fyrsti partur av fýra evnis-vitjanum, sum í næstum vera kring landið, var á skránni

——————

“Ein-móti-einum” og “orientering”, ella tað, at “hyggja eftir spælinum” eru evnini, ið dentur verður lagdur á, nú mennararnir hjá Fótbóltssambandi Føroya eru farnir undir at skipa fyri “tema-døgum” kring landið.

Fyrsta vitjanin var fyrr í vikuni, tá Eli Hentze og Jógvan Martin Olsen, ið eru ávikavist hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og U15-landsliðsvenjari hjá dreingjum, vóru á vitjan við Stórá í Trongisvági, og á Eiðinum í Vági.

Veðrið og umstøðurnar sum heild vóru av teimum allar bestu, og luttøkan av U11- og U13-venjarum, ið hesaferð vóru boðin við, var sera góð. Tað er tó vert at nevna, at onnur áhugaði sjálvandi eisini eru vælkomin at luttaka.

Eftir at Eli og Jógvan Martin høvdu havt sínar framløgur, var skipað fyri venjingum á vøllinum. Til fyrru venjingina, sum var við Stórá, luttóku U11- og U13 spælarar úr allari oynni, meðan venjingin í Vági var fyri U15 dreingir og U13- og U16 gentur.

Næsta vitjanin verður á Tórsvølli týsdagin 2. mai, og tá eru umboð fyri feløgini í miðstaðarøkinum boðin við.

Myndir: www.FSF.fo