Norra, Pólland og Bosnia verða mótstøðuliðini, tá føroyska U19-landsliðið við gentum komandi ár skal spæla EM-undankapping. Póllendingar verða vertir fyri kappingini, sum verður 21. til 27. oktober

Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U19-landslið við gentum hevur verið í Nyon í Sveis í dag.

 

Í lutakastinum hesaferð komu føroysku U19-genturnar í bólk E, saman við Norra, Póllandi og Bosnia. Kappingin verður spæld í Póllandi frá 21. til 27. oktober 2020.

 

Lutakast í samband við undankappingina hjá U17-gentunum hevur eisini verið, men av tí at Føroyar verða vertir fyri sjálvum endaspælinum, vóru Føroyar ikki við í pottinum hesaferð. Í staðin fer føroyska U17-liðið beinleiðis til EM-endaspælið, sum verður í apríl-mai 2021.

 

Lutakastini fyri U17- og U19-landslið við dreingjum verður týsdagin í næstu viku.

 

Undankappingarnar fyri yngru landsliðini verða skipaðar soleiðis, at fyrst er eitt bólkaspæl á skránni, við fýra londum í hvørjum bólki. Talan er vanliga um eini 12 til 14 bólkar, har nummar 1 og 2, og møguliga bestu 3’ararnir, fara víðari til næsta umfar – eina úrvalskapping.

 

Í úrvalskappingini verða londini skipaði í 8 bólkar, har tað síðani eru nummar 1 og 2, sum spæla seg víðari til endaspælið.