Síðstu fýra árini hava norðurlendsku fótbóltssambondini arbeitt miðvíst við ætlanini at hýsa einum endaspælið, og nú eru londini til reiðar at bjóða seg fram sum vertir fyri EM-endaspælinum fyri kvinnur í 2025
——————
Síðan 2018 hava norðurlendsku fótbóltssambondini, Danmark, Føroyar, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki samstarva um møguleikan at bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum fyri kvinnur í 2027.
Samstundis hevur danska fótbóltssambandið, DBU arbeitt við ætlanunum um, at EM-endaspælið fyri kvinnur í 2025 skal spælast í Danmark. Síðan eru Finnland, Svøríki og Noreg eru blivin partur av hesum ætlanum, við stuðli úr Føroyum og Íslandi.
Og sambært forsetunum í teimum seks norðurlendsku fótbóltssambondunum, kann talan gerast um eina stóra, ógloymandi og væl skipaða kapping, sum skal fyriskipast um minni enn fýra ár.
– Seinastu árini hava vit samstarva miðvíst við hesum, og saman hava vit nakrar stórar og seriøsar ætlanir, ið veruliga kunnu menna fótbóltin á kvinnusíðuni. Vit eru samstundis sannførd um, at eitt EM-endaspæl í Norðurlondum verður fantastiskt – ikki bara fyri fótbóltsspælið sjálvt – men eisini fyri fjepparar, spælarar, venjarar og onnur áhugaði, siga teir seks forsetanir í felags tíðindaskrivi.
Saman ynskja norðurlendsku fótbóltssambondini at skipa fyri einum tiltaki, ið verður fyriskipað á so høgum støði sum tilber, og har dentur verður lagdur á javnstøðu, øktum áhuga fyri fótbólti – bæði á og uttan fyri vøllin – og at kappingin leggur nakað eftir seg, bæði í Norðurlondum og øllum Evropa.
Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini hava javnan tosa um, hvørja stóra kapping, tey í felag skulu bjóða seg til at hýsa. Og í fyrstu atløgu er avgerð tikin um, at norðurlondini bjóða seg fult og heilt fram sum vertir fyri EM-endaspælinum í 2025. Síðan skulu londini seinni taka støðu til, um tey eisini skulu bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum í 2027.
Í samband við fyrireikingarnar hava londini hvør í sínum lagi hugt innanlands, hvørjar møguleikar tey hava í samband við leikvallir, vertsbýir og øðrum umstøðum, ið krevst, fyri at hýsa einum endaspæli í fótbólti, og fyri á tann hátt at finna fram til, hvussu leikluturin sum vertir fyri UEFA Women’s EURO 2025 kann mennast mest møguligt.
Leggjast kann afturat, at Danmark, Finnland, Svøríki, Ísland og Noreg hava øll spælt seg til næsta EM-endaspæl fyri kvinnur, sum verður í Onglandi í 2022. Hetta prógvar, at talan er um høgt landsliðsstøði hjá hesum fimm Norðurlondunum.
Avgerðin um, hvør ella hvørji verða vertir fyri endaspælinum í 2025, verður tikin av evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA í desember komandi ár.