Sum liður í at menna føroyskar læknar og fysioterapeutar, sum í stóran mun fáast við ítróttarskaðar, er landsliðslæknin, Elmar Ósá farin undir útbúgving hjá UEFA, nevnd “Doctor Education Program”

Seinnapartin fríggjadagin vóru nakrir av læknunum og fysioterapeutunum, ið eru knýttir at ymsu fótbóltslandsliðunum, á skeiði í FSF-húsinum í Havn. Undirvísari var Elmar Ósá, læknasamskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Skeiðini eru partur av útbúgvingini “Doctor Edcation Program”, sum UEFA bjóðar sínum sersambondum. Øll sersambondini í Europa hava møguleika at útbúgva ein lækna eftir “UEFA program”, og fyri Føroyar er Elmar Ósá farin undir hesa útbúgving.

 

Áður hevur Pero Soré tikið hesa útbúgving, og í framtíðini fara aðrir føroyskir læknar væntandi undir útbúgvingina umvegis FSF og UEFA.

 

Endamálið við útbúgvingini, sum tekur trý ár, er at hava reglulig skeið fyri læknum og fysioterapeutum, sum í stóran mun fáast við ítróttarskaðar. Luttakararnir á skeiðunum eru læknar og fysioterapeutum, sum eru knýttir at fótbóltsfeløgunum kring landið, umframt teimum, ið eru knýttir at ymisku landsliðunum hjá FSF.

 

Skeiðið fríggjadagin var tað næsta, síðani Elmar Ósá fór undir útbúgvingina, og higartil hava bæði skeiðini verið í FSF-húsinum í Havn. Men komandi heyst er ætlanin at fara kring landið at hava skeiðini.