U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, hevur úttikið hópin, sum tann 15. oktober skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Ísrael

– Ísrael hevur eitt sterkt U21-landslið. Teir hava spælt tríggjar dystir í ár, harav tann eini var undankappingardystur á útivølli móti Kasakstan, sum Ísrael vann 2-1. So hetta verður enn ein trupul uppgáva, men okkara mál er fyrst og fremst, at vit skulu reisa okkum.

 

Soleiðis sigur Eli Hentze, høvuðsvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystin á útivølli móti Ísrael týsdagin 15. oktober.

 

Ein spælari er við hesaferð, ið ikki hevur verið við U21-liðnum fyrr. Talan er um Andrias Edmundsson, ið er sáttmálabundin við Sunderland FC í Onglandi.

 

Hópurin

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)

Ólavur Niclasen, KÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, AB

Petur Knudsen, NSÍ

Daniel Johansen, HB

Hugin Samuelsen, B36

Stefan Radosavljevic, B36

Pætur Petersen, HB

Mads Boe Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Bjarki Nielsen, AB