Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Eli Hentze. Hugt verður eftir komandi umfari í Betri Deildini, umframt at tikið verður samanum EM-undankappingina hjá U21-landsliðnum

Leygardagin 27. oktober klokkan 15:30 verður 27. og seinasta umfar av ársins landskapping í Betri Deildini hjá monnum. Størsti spenningur er um, hvør fer avstað við silvurkrónunum, og hvør skal flyta niður.

 

Tó skal hædd takast fyri, at niðurflytingarstríðið í stóran mun er ávirkað av, um B68 megnar at flyta upp úr 1. deild.

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð, at umrøða og meta um teir fimm dystirnir í Betri Deildini, er Eli Hentze. Í sendingini verður eisini tikið samanum EM-undankappingina hjá U21-landsliðnum.