Føroyar fingu eina góða byrjan upp á UEFA Nations League kappingina, tá Norðurmakedónia vitjaði á Tórsvølli leygardagin. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1


Føroyska A-landsliðið við monnum legði væl frá landi, tá fyrsti dysturin í UEFA Nations League 2024/2025 var spældur á Tórsvølli leygardagin.

Tað vóru bara farnir sjey minuttir av dystinum ímóti Norðurmakedónia, sum í løtuni er nummar 72 á styrkislistanum hjá FIFA, tá dómarin peikaði á brotssparksblettin. Viljormur Davidsen var settur at skjóta, og við sínum trygga vinstra beini, umsetti liðskiparin brotssparkið til mál.

1-0 til Føroyar, og stór frøi á teimum omanfyri 2.000 áskoðarunum, ið nýttu løtuna á Tórsvølli, har sólin bakaði niður.

Føroyska leiðslan helt sær til hálvleik, men bara tveir minuttir eftir hvíldina peikaði dómarin á sama brotssparksblett. Nú vóru tað norðurmakedónar, ið fingu møguleikan at royna seg úr ellivu metrum, og aftur hesaferð var bólturin settur í netið.

Nógv meir enn tað hendi ikki, men skuldi ein vinnari verið, so var føroyska liðið nærri sigrinum og øllum stigunum.

Týsdagin skal manslandsliðið aftur á vøllin, tá Lettland tekur ímóti á Skonto Stadion í Riga. Leygardagin taptu lettlendingar 4-1 í Armenia.

Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen