Hanus Sørensen legði Føroyar á odda í fyrra hálvleiki, og ein kærkomin sigur var í eygsjón. Men í seinna hálvleiki javnaði Lettland, og so fingu liðini eitt mál og eitt stig í part í kuldanum á Tórsvølli
Tað endaði við einum máli og einum stigi í part, tá A-landsliðið við monnum sunnukvøldið tók ímóti Lettlandi á Tórsvølli.
Hóast rættuliga kalt í veðrinum, so vóru fótbóltslíkindini av teimum allar bestu, og lagið var eisini avbera gott á teimum omanfyri 2.000 áskoðarunum, tá maltesiski dómarin floytaði til hálvleik.
Fimm minuttir fyri steðgin, og fult í tráð við leikgongdina, hevði Hanus Sørensen nevniliga lagt Føroyar á odda 1-0.
Í seinna hálvleiki vóru tað lettar, ið trýstu fyri at fáa útjavnandi málið, og hetta gav eisini úrslit tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.
Seinastu løtuna løgdu bæði liðini nógv fyri, men fleiri mál komu ikki, og fyri fimtu ferð í átta dystum endaði við javnleiki millum Føroyar og Lettland.
Um ein góðan mánað skal manslandsliðið á vøllin aftur. Fyrri dysturin verður hósdagin 14. november, á útivølli móti Armenia, og tríggjar dagar seinni spæla Føroyar í Skopje í Norðurmakedónia.
Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen