Stríðsviljin og stuðulin av áskoðaraplássunum spældu høvuðsleiklutin á Tórsvølli í kvøld
Hóast ukrainsku gestirnir endaðu við at vinna dystin við trimum málum móti ongum, so var talan um eitt sterkt føroyskt avrik í næstseinasta HM undankappingardystinum.
Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har Ukraina kom á odda við tveimum skjótum málum, fótaði føroyska liðið sær væl og helt støðuni heilt til hálvleiks. Samanborið við fleiri av hinum undankappingardystunum, var talan í kvøld um ein javnari dyst, har føroysku kvinnurnar eisini høvdvu møguleika fyri at koma til spennandi støður á ukrainsku hálvuni.
– Tað er ongantíð stuttligt at tapa, men vit eru ernar av okkara avriki í kvøld. Vit stríddust og stóðu sera væl ímóti trýstinum, og uppbakningurin á Tórsvølli var fantastiskur. Tað munar væl at hoyra trummur og róp av áskoðaraplássunum, so vit takka hjartaliga fyri stuðulin í kvøld, sigur Ásla Johannesen eftir dystin.
Seinni hálvleikur sá leingi út til at gerast málleysur, men stutt fyri leiklok fekk Ukraina fríspark í høgru síðu, og beint frammanfyri málið kundi Lyubov Shmatko sláa ukrainska sigurin fastan.
Dysturin endaði 3-0 til Ukraina, og nú er bert ein dystur eftir í verandi HM undankapping hjá kvinnulandsliðnum. Hann verður spældur týskvøldið kl.18.00, tá Skotland vitjar á Tórsvølli. Atgongumerki til tann dystin eru at finna í nethandlinum hjá FSF.
Niðanfyri er myndarøð frá dystinum í kvøld, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.