Lars Olsen hevur framt eina broyting til dystin móti Kosovo, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Malta. Kaj Leo í Bartalsstpvu avloysir Sølva Vatnhamar í høgra borði

Í kvøld klokkan 19:45 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin til næsta dystin í UEFA Nations League. Hesaferð er talan um útivallardyst á Fadil Vokrri Stadion í Pristina, har Kosovo tekur ímóti.

 

Fyri heimaliðið er eisini talan um ein serligan dyst. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at Kosovo spælir ein almennan A-landsdyst við monnum á egnari jørð. Í undankappingini til HM 2018, spældu kosovobúgvar sínar heimadystir í Albania.

 

Føroyski hópurin kom til Pristina leygarkvøldið, og sunnudagin varð vant á leikvøllinum, har dysturin skal spælast. Allir eru væl fyri, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Lars Olsen, landsliðsvenjari, sendir á vøllin frá byrjan.

 

Og í mun til dystin móti Malta, hevur venjarin framt eina broyting í byrjunaruppstillingini.  Sølvi Vatnhamar fer á bonkin, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu verður maðurin, ið frá byrjan skal røkja høgru síðu.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðuni vera Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Gilli Rólantsson Sørensen. Framrættaður miðvallari verður Brandur Hendriksson Olsen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Bonkur: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Rógvi Baldvinsson, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.