Myndir // Týskvøldið spælir føroyska A-landsliðið við monnum seinasta dystin í UEFA Nations League á hesum sinni, og tað er eingin ivi um, at Føroyar fara á vøllin fyri at vinna øll trý stigini

– Vit høvdu stórar dreymar áðrenn kappingini og trúðu eisini uppá, at vit kundu vinna bólkin. Men nú mugu vit bara ásanna, at soleiðis bleiv ikki – vit eru ikki so tætt upp at 1. plássinum í bólkinum, sum vit ynsktu.

 

Soleiðis sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnnum, við heimasíðuna hjá FSF, tá hann verður spurdur, hvussu nøgdur hann er við UEFA Nations League kappingina, nú bara ein dystur er eftir at spæla.

 

– Tað ræður kortini um at enda væl. Dysturin móti Malta hevur øgiliga stóran týdning, og vit taka hann í størsta álvara, trý stig skulu á kontoina. Vinna vit, sleppa vit allarhelst undan at enda í niðasta styrkisbólkinum, tá lutakastið til komandi EM-undankapping verður, sigur Jóannes Jakobsen.

 

Føroyska liðið skal eisini vænta sær góðan stuðul á Ta’ Qali Stadion, ið er tjóðarleikvøllurin hjá Malta, týskvøldið. Pláss er fyri eini 20.000 áskoðarum kring vøllin, men til dystin ímóti Føroyum verða væntandi umleið 2.000 áskoðarar. Og av teimum vera eini 200 føroyingar.

 

UEFA Nations League landsdysturin millum Malta og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð.

 

MYNDIR

 

Lutakastið til komandi EM-undankapping verður í Dublin 2. desember, og fyrstu dystirnir verða spældir í mars 2019.