Lutakast til EM-undankappingarnar hjá U17- og U19-dreingjum, sum eftir ætlan skal verða á heystið í 2021, hevur verið í Nyon í Sveis. Bæði tey føroysku liðini komu í sterkar bólkar
——————
Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum eftir ætlan skulu spælast á heysti í 2021.
U17-dreingirnir komu í bólk 9, har mótstøðulondini verða Eysturríki, Slovenia og Kosovo. Fyri U19-dreingirnar gjørdist talan eisini um ein sterkan bólk. Føroyska U19-liðið kom í bólk 2, saman við Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi.
Nær og hvar EM-undankappingarnar hjá U17- og 19-landsliðunum verða, er ikki endaliga avgjørt enn. Men kappingarnar verða eftir ætlan spældar í tíðarskeiðnum frá september til november komandi ár.