Føroyska U17-landsliðið við dreingjum var fyri greiðum 6-0 ósigri móti Spania týsdagin í innleiðandi EM-undankappingini, sum verður spæld í makedónska høvuðsstaðnum, Skopje, í hesum døgum

Føroysku dreingirnir koma illa frá byrjan í báðum hálvleikunum. Tá 10 minuttir vóru farnir, hevði Spania skorað tvær ferðir, og støðan í steðginum var 3-0.

Byrjanin av seinna hálvleiki var ikki stórt betri. Bara tveir minuttir vóru farnir, tá Spania økti til 4-0, og lítla løtu seinni skoraðu teir til 5-0. Suðurevropeiska landið, sum verður mett at vera sterkasta liðið í kappingini, fekk eitt mál afturat miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Føroyski venjarin, Pætur Clementsen, viðgongur, at mótstøðuliðið var í serflokki, og sterku einstaklingarnir góvu føroyingunum stórar trupulleikar. Hann fegnast tó um, hvussu ungu menninir reistu seg eftir truplar byrjanir í báðum hálvleikunum.

– Tað positiva, sum vit kunnu taka við okkum, er framúr góða arbeiðsavrikið, og serliga mátin vit reageraðu uppá tann mótgangin, sum rakti okkum fyrstu løturnar av báðum hálvleikunum.

– Tað krevur sín mann at reisa seg, eftir at spaniólar skora til 5-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Tað megnaðu okkara leikarar tíbetur, og tað skulu teir hava rós fyri, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Landsliðsvenjarin sigur, at nú skal hópurin hava hvíld, og síðani fyrireika seg til seinasta dystin, sum er móti Makedónia komandi fríggjadag. Í hinum dystinum í bólkinum vann Ísrael 4-1 á Makedónia.

 

 

Myndir: Kristmund Johannessen