Kvøldskúlin á Giljanesi hevur sum tann fyrsti havt dómaraskeið á skránni. Týskvøldið fingu tríggir næmingar prógv sum FSF Dómarar

– Tað er alla tíðina okkara mál, at vit skulu fáa fleiri dómarar, og við hjálp frá kvøldskúlanum, kunnu vit koma longri fram á leið í hesum sambandi. So vit fegnast um, at teir fyrstu nú hava fingið prógv á kvøldskúla, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Sum fyrsti skúli í Føroyum hevur Skúlin á Giljanesi havt fótbólts-dómaraskeið á skránni á kvøldskúlanum, og týskvøldið í síðstu viku fingu fyrstu næmingarnir prógv. Skeiðið eydnaðist sera væl, allir tríggir stóðu royndina, og kunnu teir nú kalla seg FSF Dómarar.

 

Lassin Isaksen hevur staðið fyri undirvísingini, sum hevur verið einaferð um vikuna, fýra tímar hvørja ferð.

 

– Kvøldskúlaskeiðið hevur verið í samstarvi við FSF, og hóast ynskiligt var, at undirtøkan var betri, so er tað av stórum týdningi, at vit nú eru komin í gongd. Vónandi er hetta kvøldskúlatilboðið komið fyri at verða, og vit hopa at fáa aðrar skúlar við eisini, sigur Lassin Isaksen.

 

Teir tríggir, ið stóðu fyrsta fótbólts-dómaraskeiðið á kvøldskúla, eru Jógvan E. Hattarstein, Heri Olsen og Silas Tróndur Andersen.

 

 

 

Myndir: Lassin Isaksen