Um vikuskiftið løgdu føroysku úrmælingadómararnir seinastu hond á fyrireikingar til komandi kappingarár. Á skránni vóru fyrilestrar, rennitestir og venjingar
Komandi vikuskifti verður spónurin av álvara settur í fótbóltskappingarárið 2020. Leygardagin 7. mars er fyrsta umfar í 1. deild hjá monnum á skránni, og sunnudagin 8. mars verða fyrstu dystirnir í Betri Deildini spældir.
Men eingin kapping uttan dómararnar, sum um vikuskiftið hava lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Skeiðið byrjaði seinnapartin hósdagin, og síðani vóru fyrilestrar, rennitestir, venjingar og annað á skránni. Fyrrapartin sunnudagin var liðugt.
– Aftur í ár fingu vit nógv burturúr. Vit umrøddu serliga tær reglur, ið eru nýggjar til hetta kappingarárið, og eisini bleiv hugt nógv eftir ymiskum videoklippum frá dystum í fjør.
– Dómararnir eru hóast alt bara menniskju, eins og spælararnir, venjararnir og áskoðararnir, og tá vit fáast við menniskju, so koma feilir at henda. Men vit ynskja sjálvandi alla tíðina at minka um okkara mistøk, og við at hyggja eftir video læra vit best, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Instruktørar á skeiðnum hesaferð vóru Tummas Pauli Olsen, Niklas á Líðarenda og Lassin Isaksen. Gestainstruktørur var norðurírin, Alan Snoddy, ið varpaði ljós á “hondbóltsbrot”, leiðslu og brotssparksstøður, við serligum atliti til “Frátøku av upplagdum málmøguleika” og “Steðga lovandi álopi”.
Dómararnir fingu eisini vitjan av Ronnie Háfoss, loyvisstjóri hjá FSF, ið tosaði um hugtakið “Avtalað spæl / Match Fixing”, og eisini kom nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson á gátt. Hann fortaldi um ”vegin til EM-gullið í 2015”, tá svenska U21-landsliðið við Håkan Ericson á odda vann Europameistaraheitið.
Myndir: Lassin Isaksen