Sum partur av átakinum at fáa fleiri kvinnuligar dómarar, framleiddi FSF herfyri nakrar stuttfilmar. Hesir filmar hava nú fingið sera jaliga umtalu hjá UEFA

FSF hevur seinastu tíðina lagt nógva orku í eitt átak fyri at fáa fleiri dómarar, og serliga fleiri kvinnuligar dómarar. Í hesum sambandi eru tríggir stuttfilmar framleiddir, ið hava verið vístir millum annað á sosialum miðlum.

 

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, er hesa vikuna á verkstovu hjá UEFA, har limalondini leggja fram, hvørji átøk, ið tey hava fyri at fáa fleiri dómarar.

 

Aftaná føroysku framløguna vóru øll samd um, at hetta var besta átakið, ið varð gjørt og fleiri lond ætlaðu at fáa framleitt líknandi stuttfilmar, ið tey kunnu brúka.

 

Í FSF fegnast vit sjálvandi um jaligu umtaluna, ið vit hava fingið frá hinum limalondunum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt føroyskt dómaraátak vekir ans hjá europeisku fótbóltssamgonguni, tí fyri nøkrum árum síðani varð eitt annað dómaraátak valt sum besta lýsingin hjá UEFA.

 

Kundi tú hugsa tær at gerast dómari, er møguleiki at lesa meira H E R